Innanlands

Nøkur mál eru avgreidd

Tænastugjøld á tóm býli, sálarligur harðskapur og tráfylging kriminaliserað umframt lóg um hjálp til nøring eru millum tey samtyktu í dag og í gjár. Landbúnaðurin er til viðger

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-30 13:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Langi og spenanndi dagurin í Løgtinginum er byrjaður, og fyrst vórðu triðju viðgerðirnar avgreiddar.

Uppskotini um broytta veiðutíð eftir fugli, eykajáttan til løgtingið og lántøku til landskassan fyri 2025 fóru beinleiðis  til atkvøðugreiðslu og vórðu einmælt samtykt.

Soleðis var ikki við Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "anordning om ikrafttrædelse for Færøerne af bekendtgørelse af lov om assisteret reproduktion i forbindelse med behandling, diagnostik og forskning".

[object Object]
Johan Dahl hevði orðið nakrar ferðir undir dagsins fyrsta máli (Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir úr Løgtinginum her

Eitt var sjálva hjálpin til nøring - serliga til tær sum verða einligar mammur - men tað var serliga tað, at menninir skuldu vera "ónanvgivnir", tá teir lata sáð, sum fekk nógvar andstøðulimir at tala at.

Tinglimir úr serliga Miðflokkinum og Fólkaflokkinum, men eisini úr Sambandsflokkinum, vístu á, at tað ikki kann vera rætt, at eitt barn ikki hevur rættin at vita, hvat annað annað av sínum biologisku foreldrum eru. Eisini varð borið fram at man ikki bara "skuldi gera sum í Danmark", har markið fyri fosturtøku eisini er farið uppá á 18 vikur nú.

Johan Dahl úr Sambandsflokkinum var tó fyri uppskotinum, og ikki nógv úr samgonguni høvdu orðið undir rímiliga langa orðaskiftinum.

Málið um sonevnda "assisteret reproduktion", við øllum sum fylgir við tí, varð samtykt við 21 atkvøðum fyri. Ætlanin er, at at tað skal hjálpa við barnloysi í summum førum.

Sí eisini: Helst størsti tingfundurin í tingsetuni byrjaði klokkan 10

Nakrar samtyktir í gjár

Í lógarmálaráðnum fegnast tey um, at løgtingslóg um tænastugjøld á tóm býli er samtykt. 

- Løgtingslógin gevur kommununum heimild til at krevja tænastugjald frá eigarum av býlum, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum. 

Til ber at lesa meira um hetta á lmr.fo

[object Object]
Okkurt mál hjá Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum, er farið ígjøgnm. Seinni hevur løgmaður eitt størri mál fyri (Mynd: Sverri Egholm)

Løgtingið samtykti í gjár einmælt at kriminalisera sálarligan harðskap og tráfylging í føroysku revsilógini. Samstundis verða reglur um frástøðuboð og fyrning fyri ávís brot styrktar.

- Gransking vísir, at sálarligur harðskapur kann hava álvarsligar langtíðaravleiðingar, og oftani er ein fyriboðan um likamligan harðskap. Við at gera hetta brotsverk revsivert, verður vónandi lættari hjá teimum raktu at søkja sær hjálp og koma burtur úr vandamiklum støðum.

Hetta skrivar ammr.fo

[object Object]
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í Almannamálum, kann fegnast um samtyktina í gjár. - Tað hevur stóran týdning, at vit nú fáa eina greiða staðfesting av, at sálarligur harðskapur og tráfylging ikki verða góðtikið í okkara samfelag (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: (Myndir) Langur dagur fyri framman í Løgtinginum

Í løtuni eru fleiri mál um landbúnað og jørð til viðgerðar. Til ber at fylgja við á logting.fo. Tað gongur long tíð til málini um pensjónsaldur og Suðuroyartunnilin koma fyri.

Sí eisini: Gera Smyril so dýran sum møguligt - og Suðuroyartunnilin so bíligan sum møguligt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder