Innanlands

- Gera Smyril so dýran sum møguligt og Suðuroyartunnilin so bíligan sum møguligt

Landsbankin ávarar móti avbjóðingum í stórum verkætlanum, nú málið um Suðuroyartunnilin kemur fyri. Á heimasíðu sínari verður millum annað skrivað, at Løgmansskrivstovan er heldur misvísandi í málinum

Malan Johansen, landsbankastjóri, hevur alment gjørt púra greitt, at Føroyar ikki hava ráð at gera Suðuroyartunnilin í verandi støðu (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Malan Johansen, landsbankastjóri, hevur alment gjørt púra greitt, at Føroyar ikki hava ráð at gera Suðuroyartunnilin í verandi støðu (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-04-30 11:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri stovnar og persónar hava verið úti við ávaringum, nú málið um Suðuroyartunnilin kemur fyri løgtingið.

Serliga er stúran um búskaparligu árinini, sum risastóra verkætlanin kann fáa fyri landið.

Á hesum økinum hevur Landsbankin verið púra greiður, og Malan Johansen hevur staðfest á almenum pallum, at Føroyar ikki hava ráð at gera Suðuroyartunnilin í verandi støðu.

Í dokumentarinum hjá Kringvarpinum frá mánadegnum "Suðuroyartunnilin og skuggatølini", sum hellur mest til júst síðuna hjá Landsbankanum, reisir landsbankastjórin fleiri ivamál um verkætlanina.

Har, og á landsbankin.fo verður víst á, at roknistykki hjá Landsstýrinum/Løgmansskrivstovuni eru heldur misvísandi. Millum annað við dapurskygni (kostnaðurin fyri Smyril) bjartskygni (kostnaðurin fyri Suðuroyartunnilin) á einari síðu.

- Í roknistykkinum verður Smyril gjørdur so dýrur sum møguligt, ið sostatt er eitt dømi um strategisk misrepræsentatión. Til dømis vísir roknistykkið ein miðalkostnað á 146 mió. kr. um árið fyri Smyril frá 2035 og 30 ár fram. Fíggjarmálaráðið, sum er myndugleikin á økinum tá tað kemur til fíggjarlóg, vísir tó á í sínum hoyringssvari, at rætti kostnaðurin við somu fortreytum, sum eru settar upp fyri hetta roknistykki, er 130 mió. kr.

- Roknistykkið ger hinvegin Suðuroyartunnilin so bíligan sum møguligt. Til dømis ”fær” Suðuroyartunnilin 1,35 mia. kr. sum innskot, meðan Smyril einki innskot hevur. Sostatt er talan um eina samanbering av tveimum loysnum, sum ikki kunnu samanberast fíggjarliga. Hetta dømið bendir á, at politiski myndugleikin tilvitað pellar fyri bæði sær sjálvum og borgunum í landinum fyri at fáa verkætlanina samtykta.

Í hesum førinum verður víst á strategiska misrepresentatión

Í nøkrum greinum verður vandin í stórum verkætlanum borin fram. Ein bók hjá danska professaranum Bent Flyvbjerg verður nýtt sum dømi. 

- Bókin “How big things get done” vísir á, at stórar verkætlanir ofta hava trupult við at halda tíð og kostnað. Orsøkirnar til tað eru fleiri, millum annað ov vánaligar fyrireikingar, bjartskygdir skeivleikar og strategisk misrepresentatión.

Málið um Suðuroyartunnilin skal fyri løgtingið seinni í dag - helst einaferð í kvøld. Fylg við HER

Sí eisini: Helst størsti tingfundurin í tingsetuni byrjar klokkan 10

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder