Innanlands

Nólsoyar kirkja fær nýggjan messuakul í morgin

Evy Toftegaard Nielsen, deknur, hevur sniðgivið, og nólsoyingurin Ragnhild Joensen Battefeld hevur seymað

Nýggi messuakulin verður vígdur og tikin í nýtslu. Til guðstænastuna luttaka Uni Næs, dómpróstur, Anne Mette Greve Klemensen sóknarprestur og Emil Olsen stiftsprestur

Nýggi messuakulin verður vígdur og tikin í nýtslu. Til guðstænastuna luttaka Uni Næs, dómpróstur, Anne Mette Greve Klemensen sóknarprestur og Emil Olsen stiftsprestur

2025-04-16 07:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Til guðstænastuna í Nólsoy skírisdag, 17. apríl, verður ein nakað serlig hending. 

Tá verður ein nýggjur messuakul vígdur og tikin í nýtslu. Hesum boða umboð fyri Nólsoyar kirkju fyri.

Tað er Evy Toftegaard Nielsen, deknur, ið hevur sniðgevið akulin. Nólsoyingurin Ragnhild Joensen Battefeld, er búsitandi í Danmerk men hevur seymað.

Ein messuakulin er prýði, ið til dømis prestur ber við messu uttan yvir messuserki. Hesin er grønur og hevur myndevni úr kirkjurúminum, eitt nú bordur, kornaks og krossur.

Við guðstænastuna luttaka Uni Næs, dómpróstur, Anne Mette Greve Klemensen sóknarprestur og Emil Olsen stiftsprestur. Undir guðstænastuni verður eisini eitt barn borið til dópin.

Guðstænastan í Nólsoy í morgin, skírisdag, byrjar klokkan 11.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder