Innanlands

Nólsoyarbygd verður vetrarfriðað

Sleppa undan at hava seyð gangandi millum húsini vetrarhálvárið

Avtalan um vetrarfriðing varð undirskrivað í gjárkvøldið. Frá vinstru Annika Olsen, borgarstjóri, Kaj Olsen, hagastýrisformaður, og Jákup Dam, form. í teknisku nevnd

Avtalan um vetrarfriðing varð undirskrivað í gjárkvøldið. Frá vinstru Annika Olsen, borgarstjóri, Kaj Olsen, hagastýrisformaður, og Jákup Dam, form. í teknisku nevnd

2020-06-05 13:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nólsoyingar sleppa nú undan at hava seyð gangandi millum húsini í Nólsoyarbygd, tí nú verður farið undir at vetrarfriða oynna.

Á borgarafundi í Royndarhúsinum í gjárkvøldið var avtalan um vetrarfriðingina undirskrivað.

Málið er gamalt, arbeiðið byrjaði í 2005. Tað var fyri í býráðnum fyri trimum árum síðan, tá peningur varð avsettur til endamálið, og eftir drúgva viðgerð er málið nú avgreitt og loyst, eftir at sáttmálin varð undirskrivaður á borgarfundi í Nólsoy í gjárkvøldið, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Seyðurin er farin av bønum og nú verður stikað og rulluportur sett í norðanfyri og sunnan fyri bygdina og nakað verður hegnað aftrat. Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd, hevur arbeitt við málinum, og tað vóru Annika Olsen, borgarstjóri, og Bjørgfríð Ludvik, kommunustjóri, sum undirskrivaðu sáttmálan vegna kommununa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder