
“Okkara bygd yvirlivir ikki ein slíkan vetur sum hendan einaferð afturat”.
Soleiðis skriva fimm nólsoyingar, sum dagliga ferðast um Nólsoyarfjørð í eini inniligari áheitan, stílað Bárði á Steig, løgmanni.
Trupulleikin er ferðasambandið.
“Vit nólsoyingar kunnu ikki góðtaka at eingir pengar verða settir av tíl nýggjan strandfaraflota fyrr enn í 2025. Tað tekur tíð at byggja ferjur og tí kann roknast við at tað ganga alt ov nógv ár, áðrenn vit fara at síggja nakra nýggja ferju. Vit hava stutt sagt ikki tíð at bíða. Bygdin bløðir og øll menning í bygdini er steðga upp”, skriva tey í opna brævinum, ið kann lesast á lesarin.fo.
Tey lýsa støðuna í løtuna soleiðis:
“Í eitt hálvt ár hava vit nú havt óhóskandi og ónøktandi avloysarabátar um fjørðin. Vit sum hava ferðast um Nólsoyarfjørð í ein mansaldur hava ikki upplivað størri ótryggleika og størri óreglusemi á okkara farleið. Hetta gongur út yvir trivnaðin og vit óttast fyri framtíðini hjá Nólsoyar bygd, um ikki vit síggja ein politiskan vilja at raðfesta hetta sum skjótast – í 2025 er ov seint”.
Sí eisini: Tolið hjá nólsoyingum er uppi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald