Nordcar hevur sett Hall Onghamar sum søluleiðara.
Hallur er 39-ára gamal og hevur útbúgving í altjóða sølu- og marknaðarførðslubúskapi.
– Umframt hetta hevur hann drúgvar og fjølbroyttar royndir innan sølu- og tænastuveitingar, sum vit meta gagna fyritøkuni og kundum okkara, sigur Gordon Rajani, stjóri á Nordcar.
Hallur hevur verið knýttur at virkseminum hjá Nordcar áður, og er hann fegin um møguleikan at taka við hesi avbjóðingini, tí hann sær nógvar møguleikar í, at menna virksemi á Nordcar uppaftur meira, við tí fyri eyga, at tryggja bæði privat- og vinnukundum eina so góða tænastu og uppliving sum tilber, sigur Hallur Onghamar, søluleiðari á Nordcar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald