Innanlands

Norðlýsið: Gerandisdagurin komin aftur í Sortudíki?

Fýra av fimm innsløgum vóru úr Havnini. Hevur stjórin tikið billyklarnar frá starvsfólkunum, spyr stjórin á lokalblaðnum í Norðoyggjum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-20 22:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eftir veruliga at hava brillerað við góðum tíðindaflutningi og ektaðum public service undir korona, tykist Kringvarpið aftur at vera vent aftur til gomlu nalvaskoðanina, sum var galdandi frammanundan.

Hetta í øllum førum, um tú spyrt Jóhann Lützen, stjóra á lokala blaðnum í Norðoyggjum, Norðlýsinum. Fýra av fimm innsløgum í kvøldsins Degi og viku vóru úr Havnini, og tað er ov nógv.

Innslag úr dagstovni í Havn, eitt annað um brotnaðar boltar í Tórshavnar Havn, langt prát við borgarstjóran í Havn, samrøða við løgmann úr túninum í Sortudíki, og at enda eitt kjakumfar við tveimum miðlafrøðingum, sum báðir vóru úr Havn.

- Hetta stendur í álvarsamari kontrast til tann sakliga og upplýsandi tíðindaflutningin, vit í aðrar mátar hava sæð í Døgum og Vikum síðani miðjan mars og fram til dagin í dag. 

- Vit standa spyrjandi. Tá nú Kringvarp Føroya hevur prógvað í meira enn ein mánað, at tey væl eru før fyri at framleiða dygdargóðan public service-journalistikk, hví venda tey so aftur til ta gomlu nalvaskoðanina? Er orkan uppi? Er tað vantandi játtan? Hevur stjórin tikið billyklarnar frá starvsfólkunum, skrivar Jóhann Lützen í leiðara, sum kann lesast í fullum líki her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder