Innanlands

Norðmenn vilja ikki lata upp til Svøríkis

Trúgva ikki svensku strategiini og ynskja tí ikki at ferðast kann frítt millum londini

Matstovur og skeinkingarstøð í Stockholm og Svøríki yvirhøvur hava verið opin undir allari koronakreppuni. Tað fær tó ikki norðmenn til at vilja fara til Stockholm at ferðast (Mynd: EPA)

Matstovur og skeinkingarstøð í Stockholm og Svøríki yvirhøvur hava verið opin undir allari koronakreppuni. Tað fær tó ikki norðmenn til at vilja fara til Stockholm at ferðast (Mynd: EPA)

2020-06-05 11:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

73 prosent av norðmonnum eru ikki áhugaðir í at stjórnin letur upp fyri møguleikanum hjá ferðafólki at ferðast millum Noreg og Svøríki.

Tað vísir ein veljarakanning, sum Opinion hevur gjørt. Einans 15 prosent av teimum spurdu halda, at tað skal verða frítt at ferðast millum londini, meðan 12 prosent siga seg ikki vita.

Tað er kritikkurin av hvussu sviar hava koronakreppuna, sum er orsøkin til henda hugburðin hjá norska fólkinum. Tað heldur Ola Gaute Aas Askheim, sum er ráðgevi og ein av eigarunum í greiningafyritøkuni Opinion.

Fyrr í vikuni viðgekk svenski statssmittuserfrøðingurin, Anders Tegnell, at Svøríki kundi havt gjørt meira fyri at støðga smittuni.

Les: Anders Tegnell tekur í egnan barm

Talið av deyðum við korona í Svøríki kom í gjár upp á 4.562 sambært svensku fólkaheilsumyndugleikunum.

Fleiri lond ivingarsom
Svøríki hevur havt eina heilt aðra strategi enn onnur lond, og hava í nógv minni mun stongt samfelagið niður.

Og nú eru fleiri lond ivasom viðvíkjandi Svøríki, nú latið verður upp aftur fyri ferðafólki ú røðrum londum.

Eitt nú er Svøríki ikki millum tey 19 londini, sum Kýpros fer at lata upp fyri í hesum mánaðinum, skrivar nrk.no.

Í veljarakanningini spurdi Opinion eisini norðmenn, um tey fóru at taka av tilboðnum um at fara til Danmarkar at ferðast, nú latið verður upp fyri hesum møguleikanum.

Bert 11 prosent svaraðu ja. 72 høvdu ongar ætlanir um at fara til Danmark og 17 prosent vistu ikki, skrivar.

Kravið til ferðafólk til Danmarkar er, at tey skulu hava bílagt minst seks gistingar frammanundan, og tey hava ikki møguleika at gista í høvuðsstaðnum Keypmannahavn.

NRK skrivaði annars fyrr í morgun, at feløgini, sum sigla millum Noreg og Danmark hava upplivað sera stóran áhuga frá norðmonnunum, ið vilja leiga summarhús í Danmark í summar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder