Í gjár vórðu nøkur av starvsfólkunum hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu kannað fyri COVID-19. Kanningarnar verða gjørdar í samstarvi við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Pál Weihe, yvirlækna, og eru serliga ætlaðar teimum starvsfólkum, sum búgva saman við avvarðandi, ið eru í heimasóttarhaldi, t.d. makar ella onnur, ið starvast uttanlands ella eru uttanlands í lestrarørindum.
Fyri at verja eldru borgararnar og fyri at bøta um korini hjá starvsfólkunum hevur stýrisformaðurin fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, Jógvan Skorheim, eftir tilmæli frá leiðsluni í NBH og Pál Weihe, tikið avgerð um, at bjóða starvsfólkum í NBH at verða kannað fyri COVID-19.
- Eldri borgarar, sum NBH varðar av, eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, um teir verða smittaðir við COVID-19. Hetta eru starvsfólkini vitandi og óttafull um, og hava tí víst sera stórt umhugsni og stóra ábyrgd, har tey hava avmarkað síni sosialu sambond enn meira, enn mælt verður til.
- Vit fegnast um góðu gongdina í Føroyum, nú eingin tilburður av COVID-19 er staðfestur seinasta góða mánaðin. Tó er framvegis vandi fyri, at smittan kemur aftur til Føroyar úr útlondum. Hetta er orsøkin til, at avgerð er tikin um, at bjóða starvsfólkum í NBH at verða kannað fyri COVID-19, sigur Jógvan Skorheim.
Tilboðið skal síggjast sum eitt ískoyti til kanningarmøguleikarnar umvegis kommunulæknaskipanina, har fólk við sjúkueyðkennum kunnu venda sær.
Eisini er tilboðið til borgarar, sum fáa tænastur frá NBH, og sum ikki hava sjúkueyðkenni, men hava samband við avvarðandi, ið skulu í heimauppihald. Hesir borgarar kunnu venda sær til avvarðandi deildarleiðarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald