Innanlands

Norðoyatunnilin stongdur fyri ferðslu frá klokkan 22

Hetta vegna arbeiði við at leggja rørleiðingar. Ferðslan verður tó leidd ígjøgnum fýra ferðir áðrenn klokkan seks

Latið verður eftir ætlan upp sum vanligt klokkan 06 í morgin

Latið verður eftir ætlan upp sum vanligt klokkan 06 í morgin

2024-06-13 14:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vegna arbeiðið er Norðoyatunnilin stongdur fyri ferðslu til fríggjamorgunin (...) frá klokkan 22 til 06. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02 og 04.

Hesum boða Klaksvíkar kommuna og tunnil.fo frá.

Harvið er ikki líka høgligt at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin seint í kvøld, í nátt og tíðliga í morginárini.

Arbeiði, talan er um, snýr seg um at leggja rørleiðingar frá útstykkingini á Fossum til bátahylin í Borðoyarvík. Hetta verður væntandi liðugt í morginárini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder