Ein norðurkoreanskur hermaður, sum hósdagin varð tikin til fanga av ukrainskum herdeildum í sunnara parti av Russlandi, er deyður, upplýsir ein suðurkoreansk fregnartænasta.
– Tað er váttað, at norðukoreanski hermaðurin, sum varð tikin til fanga 26. desember, meðan hann var á lívi, er deyður av løstum sínum, sigur fregnartænastan í fráboðan sambært Ritzau.
Áður hevður verið boðað frá, at hermaðurin varð tikin av ukrainum í russiska Kursk-landslutinum, sum liggur á markinum til Ukraina.
Sambært Suðurkorea eru ábendingar um, at 11.000 norðurkoreansk herfólk eru send til Russlands, og at fleiri eru ávegis.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Selenskyj vil vera við, at nærum 3.000 norðurkoreansk herfólk eru dripin ella særd í krígnum millum Russland og Ukraina. Eisini vil hann vera við, at ukrainar herfyri tóku fleiri norðurkoreanarar til fanga, og at teir allir vóru álvarsliga løstaðir.
Sambært amerikonskum upplýsingum, eru 1.000 norðurkoreanarar dripnir ella særdir í krígnum seinastu vikuna.
Les eisini: Norðurkorea mist 1.000 herfólk í Kursk seinastu vikuna
Kríggið hevur verið í Ukraina í nærum trý ár, men tað var ikki fyrr enn í ár, at bardagarnir vórðu fluttir inn á russiskt øki. Tað var í august, at ukrainskar herdeildir fóru inn í Kursk. Áðrenn hetta høvdu ukrainar javnan framt loftálop móti málum í Russlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald