Hvørt ár við ársbyrjan ger altjóða felagsskapurin Open Doors, sum virkar fyri forfylgdum kristnum um allan heim, ein lista yvir tey lond og øki, har kristin verða forfylgd. Í morgun var ein dagførdur listi almannakunngjørdur.
Hóast søgulig framstig vórðu gjørd í fjør í viðurskiftunum millum Norðurkorea øðrumegin og Suðurkorea, hini grannalondini og USA hinumegin, so er Norðurkorea framvegis tað landið í heiminum, har tað er truplast at vera kristin. Henda ivasama heiður hevur Norðurkorea havt í mong ár.
Og hóast viðurskiftini millum Norðurkorea øðrumegin og Suðurkorea og USA hinumegin, bera tey kristnu í landinum ótta fyri, at bøtt viðurskifti við Vesturheimin ikki fara at hava nakran bata við sær fyri tey, skrivar Trúboðin.
Heimslistin vísir eisini, at í 11 londum er talan um ekstrema forfylging. Norðurkorea er kommunistiskt, meðan flestu av næstu londunum á listanum eru muslimsk. Tó eru undantøk. Í India, sum liggur á tíggjunda plássi, er vaksandi forfylging frá víðgongdum hinduistiskum bólkum, sum fáa stuðul frá ráðandi stjórnarflokkinum. Eritrea, sum er á sjeynda plássi, er partvís muslimskt og partvís kristið. Tað merkir, at umframt islam verða tann ortodoksa, tann katólska og tann lutherska kirkjan viðurkendar, meðan allir aðrir átrúnaðir í verki eru forbjóðaðir. Men í muslimskum pørtum av landinum, har alsamt fleiri gerast víðgongd, verða kristin frá øllum kirkjusamfeløgum forfylgd, og í øðrum pørtum av landinum eru protestantisk kristin undir trýsti frá ortodoksum kristnum.
Tey tíggju londini, sum eru ovast á listanum er hesi:
- Norðurkorea
- Afganistan
- Somalia
- Libya
- Pakistan
- Sudan
- Eritrea
- Jemen
- Iran
- India
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald