Festspillene i Bergen er størsti festivalur av sínum slag í Norðurlondum, og er altjóða viðurkendur fyri sítt virksemi innan tónleik, opera, dans og sjónleik. Hvørt ár bjóða tey eina imponerandi skrá av framførslum og listafólki, og m.a. hevur okkara egna Eivør spælt á festivalinum.
Vegna COVID-19 kundi festivalurin ikki fara fram, sum ætlað í ár, men í staðin hava tey lagt nógva orku í at skapa ein online festival, har góðskan er í hásæti. Flestu tiltøkini eru beinleiðis stroymd, men summi eru upptøkur frá farnum festivalum.
Norðurlandahúsið, sum hevur samstarva við Festspillene i Bergen fyrr, hevur valt eina skrá av fjølbroyttum tiltøkum út, sum verða víst antin ígjøgnum talglda pallina Heimabitan ella beinleiðis á stórskíggja í húsinum.
Á skránni eru fleiri nøvn, sum føroyingar kenna væl: Moddi, Bjørn Tomren (frá PolkaBjørn og KleineHeine), Víkingur Ólafsson, Marja Mortensson o.m.o.
Tiltøkini, sum Norðurlandahúsið hevur valt út, fevna um alt frá orðaskifti til symfoniorkesturkonsertir, frá barnasjónleiki til talgildar installatiónir.
Festspillene i Bergen er í døgunum 20. mai – 3. juni. Sí meira á nlh.fo.
Norðurlandahúsið fylgir øllum tilmælum frá myndugleikunum, tá gestir verða bodnir í húsið. Tiltøkini eru ókeypis, men tilmelding krevst vegna smittusporing. Uppstillingin í hølunum er við frástøðu é ein metur, og stólarnir mugu ikki flytast. Heitt verður eisini á vitjandi um at vísa atlit, halda frástøðu og hava gott reinføri.
Norðurlandahúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald