2023-05-01 19:30
Mánadagin 8. mai eru 40 ár síðani, at Norðurlandahúsið á fyrsta sinni læt upp – 8. mai 1983. Í hesum sambandi bjóðar Norðurlandahúsið til móttøku við kaffi, køku, røðum, tónleiki og dansi.
Skráin fyri móttøkunu:
- 15.00 – 17.00 Borðreitt verður við kaffi og køku í forhøllini
- 16.00 Vælkoma við Gunn Hernes, stjóra, og heilsanir frá m.ø. Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í mentamálum, Kristinu Háfoss, stjóra í Norðurlandaráðnum, Karen Ellemann, aðalskrivara í Norðurlendska ráðharraráðnum, og Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu
- 17.00 Konsert við Fiona Folk Brothers og fólkadansur við Dansifrøi í Klingruni
- 17.30 Føroyskur dansur fyri øll við Dansifelagnum í Havn
Kl. 19.30 sama kvøldið verður eisini útgávukonsert við Anniku Hoydal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald