Mentan

Norðurlandhúsið fekk LGBT-heiðursløn

Húsið hevur sum almennur stovnur gingið á odda fyri at veita ymiskleikanum rúmd

2019-07-30 17:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

LGBT Føroyar letur árliga heiðurslønir til ymisk, ið rørslan metir hava givið eitt eyka íkast til bardagan fyri javnrætti og ymiskleika í Føroyum. Í ár varð tað fyri fyrstu ferð ein almennur stovnur, ið fekk heiðurin. Talan var um Norðurlandahúsinum í Føroyum, sum fekk heiðurslønina fyri at hava gingið á odda við at veita rúm og innivist fyri føroysku LGBT rørsluni.

Norðurlandahúsið hevur mangan verið fyrst, tá ið tað snýr seg um ymiskt týðandi og slóðbrótandi virksemi hjá LGBT Føroyum. Norðurlandahúsið var m.a. vertur fyri fyrsta pride tiltakinum í Føroyum í 2005. Norðurlandahúsið skipaði fyri fyrsta veruliga dragshowinum í Føroyum í 2015, og Norðurlandahúsið var fyrsta arbeiðsplássið í Føroyum, sum lat síni starvsfólk alment umboða stovnin í Faroe Pride skrúðgonguni.

Harumframt hevur stovnurin í áravís framleitt, samskipað, fíggjað og hýst hópin av alskyns tiltøkum, listaframsýningum, sjónleikum, filmsframsýningum, dansisýningum, framløgum, konsertum o.l., sum á ymiskan hátt hava lýst og endurspeglað LGBTarar og LGBT viðurskifti – bæði føroysk, norðurlendsk og altjóða. Somuleiðis hevur Norðurlandaráðið og tess stovnar verið ein góður stuðul hjá LGBT rørsluni kring øll norðurlond, eins væl og í Føroyum. Hetta var orsøkin til, at LGBT Føroyar valdi at lata ársins heiðursløn til norðurlendska stovnin.

Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum tók ímóti virðislønin á stóra árliga Faroe Pride tiltakinum 27. juli. Hon segði m.a. hetta í takkarrøðu sínari: ”Det er en stor ære og glede for oss ansatte i Nordens Hus, tidligere og nåværende, å motta denne prisen. Det inspirerer oss til å fortsette vårt arbeid, og kunne se oss selv som en betydningsfull arena innenfor kunst, kultur og samfunn. Vi på Nordens Hus er glade for å være en del av Nordisk Ministerråd sitt arbeid om et likestilt og likeverdige samfunn, slik at alle i Norden - og i verden, kan leve likeverdig i vår forskjellighet. Vi er alle like verdifulle som mennesker. Alle forskjellige, alle like, alltid.”

Í sambandi við Faroe Pride í ár, valdi Norðurlandahúsið í Føroyum eisini at heysa ælabogaflaggið hjá LGBT rørsluni saman við øllum norðurlendskufløggunum og flagga við ælaboganum uttan fyri Norðurlandahúsið allan pride dagin. Hetta er fyrstu ferð, at ein almennur stovnur ger slíkt í Føroyum.

Fyrrverandi vinnarar av somu heiðursløn hava m.a. verið ymisk ungmannafeløg, ymiskir føroyskir politikarar og listafólk, slóðbrótandi LGBTarar, Amnesty Internatioanl Føroyar og Sirkus Føroyar. 

Myndir frá pride-tiltakinum leygarkvøldið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder