Innanlands

Norðurlendsk ráðstevna um Karlstadmodellið

Irena Johansson, professari, ið hevur ment modellið, verður sjálv ein av fyrilestrarhaldarunum á ráðstevnuni í apríl

Irena Johansson

Irena Johansson

2024-03-12 08:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í døgunum 5.-6. apríl skipar felagsskapurin IAKM (International Association of the Karlstadmodel) fyri áhugaverdari norðurlendskari ráðstevnu í Havn við heitinum ”Rætturin hjá øllum til eitt mál.”

Ráðstevnan er ætlað øllum, ið varða av fólki, ið hava málsligar avbjóðingar, bæði foreldrum, avvarðandi og starvsfólkum.

At hava eitt mál at samskifta við er av alstórum týdningi fyri lívsgóðskuna hjá tí einstaka, tí førleiki at samskifta er atgongumerki til felagsskapin og at vera uppi í samfelagnum. Við málinum sum amboð ber eisini til at fyribyrgja, at onnur taka teg av ræði. Men gagnliga ávirkanin av at kunna samskifta røkkur eisini út um privata rásarúmið. Í einum demokratiskum samfelag verður margfeldni ímillum menniskju mett sum natúrligt og ynskjandi. Fyri at kunna ávirka onnur, og lata onnur ávirka teg, eru evnini at samskifta og at handfara upplýsingar avgerandi. Soleiðis verður málið eisini ein fortreyt fyri og atgongumerki til fólkaræði.

Flestu børn eru fødd við einum íbygdum málførleika sum ger, at tey heilt frá føðing byrja at tilogna sær málsligar førleikar, soleiðis at tey eftir fáum árum duga at týða tær oftani truplu mekanismurnar, sum gera, at tað ber til at samskifta við onnur. Men tað eru børn, ið av ymsum orsøkum ikki menna sín málsliga førleika líka lættliga sum fleirtali, og sum tí mugu hjálpast á veg til at ogna sær eitt brúkiligt mál. Hevur barnið til dømis skerda hoyrn ella trupult við at skilja, kann hetta ávirka menningina av málinum.

Ráðstevnan tekur støði í Karlstadmodellinum, ið er eitt námsfrøðiligt modell til málvenjing, sum kann brúkast til øll uttan mun til aldur, diagnosu og førleika. Tað áhugaverda er sjálvur máltrupulleikin.

Karlstadmodellið hevur verið í støðugari menning síðan seinast 1970unum, undir leiðslu av Irene Johansson, professara. Hon hevur í sínari gransking havt tætt samstarv við bæði foreldur og starvsfólk.

Royndir hennara hava víst, hvussu stóran týdning málið hevur fyri okkara kognitivu menning, persónsmenning og fyri okkara lívsgóðsku. Irene Johansson verður sjálv ein av fyrilestrahaldarunum á ráðstevnuni. Karlstadmodellið er ikki ein ”metoda”, men ein samanrenning av ymiskari gransking innan málmenning, sum er ”umsett” til sernámsfrøðilig amboð, sum gera málvenjingina spennandi, týðiliga, og struktureraða. Málvenjingarnar taka støði í hvørjum einstøkum, og tær verða altíð lagaðar eftir førleikunum hjá persóninum. Ikki altíð ber til at menna eitt talumál, og dentur verður tá lagdur á at menna aðrar samskiftishættir. Netverkið hjá persóninum – familja og næstringar – er týdningarmikið fyri læringina, og tí spælir netverkið ein stóran leiklut í málmenningini.

Á ráðstevnuni verða fyrilestrar um millum annað týdningin av at byrja tíðliga við málvenjingum, um málvenjing á dagstovni og skúla og um málvenjing fyri ung vaksin. Harafturat verða fleiri persónligar søgur, bæði úr Føroyum og úr hinum norðurlondunum.

Ráðstevnan um Karlstadmodellið verður í høllini á læraraskúlanum í Havn 5. og 6. apríl 2024. Freistin at melda til er 30. mars. Skrá við leinki til tilmelding liggur á facebook síðuni hjá IAKM Føroyar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder