Mentan

Norðurlendski samleikan úr sjónarhorninum hjá kvinnum í Norðurlandahúsinum

JÖRÐ: Ein nýtíðar mýta er nýggj framførsla, ið samantvinnar films-, dansi- og tónlist. Hon er á skránni í Norðurlandahúsinum 6. og 7. oktobur

 Ígjøgnum ljóð, fleiri løg av uppvørpum og dansi setur verkið náttúruna og mentanina, tað heimliga og tað alheimsliga upp ímóti hvørjum øðrum

 Ígjøgnum ljóð, fleiri løg av uppvørpum og dansi setur verkið náttúruna og mentanina, tað heimliga og tað alheimsliga upp ímóti hvørjum øðrum

2023-09-26 20:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggj framførsla setur sjóneykuna á norðurlendska samleikan úr sjónarhorninum hjá kvinnum. JÖRÐ, ein framførsla, ið samantvinnar films-, dansi- og tónlist, verður framførd í Norðurlandahúsinum 6. og 7. oktobur.

Føroyska náttúran er unspoiled og untouched. Soleiðis verða Føroyar lýstar fyri umheiminum í ferðavinnulýsingum. Grønu oyggjarnar eru eitt paradís - seinasti óspilti bletturin á jørðini. Hetta er helst eisini tað, vit siga okkum sjálvum - at vit í okkara parti av heiminum hava eitt tætt tilknýti til náttúruna.

Gerandisdagurin boðar tó frá einum øðrum veruleika. Vit eru nýmótans, vit fylgja við - vit koyra bilar sum fá onnur, nýta Facebook og Netflix og flúgva uttanlands, og hóast vit eru eitt fjarskotið land, eru vit tætt knýtt at umheiminum.

Hesin tvídáttur í okkara samleika, ikki bara í Føroyum, men eisini í Norðurlondum er eitt av temunum í JÖRÐ. Ein framførsla, íð samantvinnar fleiri listagreinar og endurhugsar menniskjans samband við náttúruna og okkara pláss í heiminum. Ígjøgnum ljóð, fleiri løg av uppvørpum og dansi setur verkið náttúruna og mentanina, tað heimliga og tað alheimsliga upp ímóti hvørjum øðrum. Poppmentan, plastikk og høghælaðir skógvar møta norðurlendskum mýtum, hvøssum gróti og brúsandi brimi.

[object Object]

Verkið er eitt listarligt samstarv millum Mariu Guldbrandsø Tórgarð og Vár Bech Árting úr Føroyum, Lisen Pousette úr Svøríki, Tiia Kasurinen úr Finnlandi og Lil Lacy úr Danmark/USA - fimm listakvinnur, sum hava leitað saman tvørtur um landa- og listamørk. JÖRÐ er úrslitið, sum er sprottið úr samrøðum teirra millum um, hvørja áskoðan hesar kvinnur hava um sítt yrki, lond og menning í samfelagnum.

Júst hetta - sjónarhornið hjá kvinnuni kemur til sjóndar í framførsluni gjøgnum tulking av fleiri ikoniskum kvinnumyndum, m.a. Kópakonuni, Mariu moy, "Den lille havfrue", og Venus hjá Botticelli - allar eru kvinnumyndir, sum gjøgnum søguna eru tulkaðar av monnum, men sum í hesum verkinum eru í hondunum og verða tulkaðar av fimm kvinnum.

Gjøgnum uppvørpur, ljóðlist, dans og pallmynd kanna listakvinnurnar handan JÖRÐ, hvussu ymiskar listagreinar kunnu samstarva og soleiðis geva áskoðarunum eina víðkaða listauppliving. 

Framførslan verður í Norðurlandahúsinum:
Fríggjadagin, 6. oktober, kl. 19.30 - listafólkaprát aftaná


Leygardagin 7. oktober, kl. 16.00
Leygardagin 7. oktober, kl. 19.30

Til ber at keypa atgongumerki á nlhfo

------------------------------------------------

Koreografi og framførsla: Vár Bech Árting, Lisen Pousette og Tiia Kasurinen

Leikstjóri: Maria Guldbrandsø Tórgarð

Tónaskald: Lil Lacy

Ljósdesign og ljóðtøkni: Anton Skarborn

Búnar: Maibritt Marjunardóttir og Lydia Vermaat-Wallin

Filmfotograf: Barbara Lervig

Tónleikarar: Nordic String Quartet og Rune Kielsgaard (trummur)

Listarlig framleiðsla: Maria Guldbrandsø Tórgarð og Vár Bech Árting

Fyrisitari: Durita Sumberg

Samframleiðari: Norðurlandahúsið í Føroyum

Stuðlar: Nordisk kulturkontakt, Nordisk kulturfond, Mentanargrunnur Landsins og Tórshavnar Kommuna

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder