Páskirnar nærkast, og í ár bjóðar samkoman Keldan til stóra páskastevnu.
Tað verða ikki færri enn tveir viðurkendir útlendskir gestatalar við. Talan er um svenska Joakim Lundqvist og norska Mats-Ola Ishoel.
Joakim Lundqvist er í løtuni bústiandi í Louisiana, USA. Hann er pastor og altjóða ambassadørur hjá Livets Ord í Uppsala, Svøríki. Hann hevur eina ferð áður verið í Føroyum, tá ið hann talaði á páskastevnuni í Kelduni í 2009.
Joakim Lundqvist
Joakim er ein sera væl dámdur talari og hevur prædikað í yvir 50 ymiskum londum. Hansara 30 ár í ungdómsarbeiði lýsa í gjøgnum hansara kreativu boðskapir, sum kunnu tala til eitthvørt ættarlið.
Joakim situr í fleiri stýrissessum í stórum altjóða kristnum netverkum. M.a. í Church Growth International og Global Kingdom Network Partners.
Joakim hevur eisini fleiri ferðir prædikað í tí, sum í nógv ár hevur verið heimsins størsta samkoma, Yoido Full Gospel Church í Suðurkorea.
Joakim fer at tala á morgunmøtunum langafríggjadag og 1. páskadag, á kvøldmøtinum langafríggjakvøld og á Awake XL leygarkvøldið á páskastevnuni. Hann fer at tosa enskt á øllum møtunum.
Mats-Ola Ishoel
Mats-Ola Ishoel kemur úr Noregi, og kemur fyri fyrstu ferð til Føroya í sambandi við páskastevnuna.
Til dagligt er hann pastorur í Word of Life Centre í Moskva í Russlandi. Umframt tað, er hann leiðari fyri Churches of Faith Russian Association of Christians of Evangelical Faith – ein felagsskapur við fleiri enn 400 karismatiskum samkomum í Russlandi. Hann og konan fluttu úr Noregi til Russlands í 1996.
Við honum á odda, er samkoman Word of Life vaksin hvørt ár og telur nú 6.000 limir. Samkoman ger nógv ymiskt arbeið – sosialt, vælgerandi, ungdóms- og missiónsarbeið. Yvir 100 fólk starvast í samkomuni.
Mats-Ola fer at tala á kvøldmøtinum skírishóskvøld, Awake XL langafríggjakvøld, á kvøldmøtunum leygarkvøld og páskakvøld. Hann fer í høvuðsheitum at tosa á norskum, men á Awake XL tosar hann á enskum.
Búgvi V. Olsen
Triði talarin á páskastevnuni í Skálafirði er Búgvi V. Olsen, sum er partur av høvuðsleiðsluni í Kelduni, har hann hevur verið hjálparpastorur síðani 2017.
Áðrenn tað gekk hann tvey ár á bíbliuskúla á Livets Ord í Uppsala í Svøríki. Frá 2014 til 2016 arbeiddi hann í samkomuni Livets Ord, sum er ein av størstu samkomunum í Norðurlondum, har hann enn er ein av lærarunum á bíbliuskúlanum hjá hesi samkomu.
Búgvi hevur nomið sær masterútbúgving í gudfrøði frá Oral Roberts University, USA.
Búgvi er toghaldari fyri missiónsarbeiðnum í Kelduni. BSK - Bíbliuskúlin Keldan - varð settur á stovn í 2021, har Búgvi er leiðari.Búgvi talar á morgunmøtinum 2. páskadag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald