Innanlands

Norðurlendsku løgmálaráðharrarnir í felags áheitan á tøknirisar: Tað skal ruddast upp

Løgmálaráðharrarnir í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noregi og Grønlandi hava í dag verið á fundi við umboðum fyri tøknifyritøkurnar Meta, Google, TikTok og Snapchat

Norðurlendskir løgmálaráðharrar frá høgru Emilie Enger Mehl (Noreg), Gunnar Strommer (Svøríki), Peter Hummelgaard (Danmark), og Bjarni Kárason Petersen (Mynd: EPA)

Norðurlendskir løgmálaráðharrar frá høgru Emilie Enger Mehl (Noreg), Gunnar Strommer (Svøríki), Peter Hummelgaard (Danmark), og Bjarni Kárason Petersen (Mynd: EPA)

2024-12-09 23:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgmálaráðharrarnir í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noregi og Grønlandi hava í dag verið á fundi við umboðum fyri tøknifyritøkurnar Meta, Google, TikTok og Snapchat.

Á fundinum løgdu tøknifyritøkurnar fram teirra ætlanir at basa ólógliga virkseminum, ið fer fram á teirra sosialu pallum.

Norðurlendsku løgmálaráðharrarnir eru samdir um, at talan er um eitt stig á leiðini at basa hesum trupulleikanum, men at tørvur er á, at tøknifyritøkurnar taka størri ábyrgd og gera meira fyri at tryggja eitt gott og trygt umhvørvi á netinum.

Sí felagslýsing frá løgmálaráðharrunum her Erklaering-om-opfoelgende-moede-den-9.-dec.-2024.pdf

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder