Mentan

Norðurlendsku virðislønirnar verða latnar 1. november

Eivør verður gestur á stóra showinum í Musikhuset í Helsingfors

(Savnsmynd: Magnus Fröderberg / norden.org)

(Savnsmynd: Magnus Fröderberg / norden.org)

2022-10-13 09:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Týskvøldið 1. november verður avdúkað hvørji fáa virðislønir Norðurlandaráðsins í ár. Hetta hendir á einum tiltaki úr Musikhuset í Helsingfors, sum verður sent beinleiðis í øllum Norðurlondum.

Føroyska Eivør Pálsdóttir vann tónleikavirðislønina í fjør, og hon verður ein av teimum, sum fara at upptraðka til showið í ár.

Í ár eru sjeyti ár liðin síðan Norðurlandaráðið varð sett á stovn, og hetta verður markerað á tiltakinum, sum verður hildið í sambandi við at ráðið savnast til ársfund í finska høvuðsstaðnum.

Á hvørjum ári letur Norðurlandaráðið fimm heiðurslønir innan bókmentir, tónleik, film og nýhugsan innan umhvørvisøkið.

- Mentanarsamstarvið er ein av grundsúlunum í norðurlendska samstarvinum. Á heiðurslønahandanini í Helsingfors fagna vit norðurlendska mentanarlívið og stóra íkastið, ið verður gjørt innan bókmentir, film og tónleik. Vit markera eisini tiltøk á umhvørvisøkinum, og tað er av týdningi, tá veðurlagskreppan stendur ovarlaga á dagsskránni hjá okkum, sigur  finskiErkki Tuomioja, sum er forseti fyri Norðurlandaráðið í ár.

Tilsamsns 50 verk og tiltøk úr øllum norðurlondum eru tilnevnd til virðisløn í ár. Føroyingarnir, sum eru í uppskoti í ár eru: Beinir Bergsson fyri yrkingasavnið “Sólgarðurin”, Dánial Hoydal og Annika Oyrabø fyri barna- og ungdómsbókina “Abbi og eg og abbi” og Unn Patursson fyri útgávuna 1902 við sangbólkinum Kata.

Føroyar eru ikki komnar so langt á filmsøkinum, at vit eru upp á tal til filmsvirðislønina og til umhvørvisvirðislønina var onki uppskot úr Føroyum valt í ár.

Heiðurslønarvinnararnir fáa 300.000 danskar krónur umframt eina lítla borðstandmynd, kallað ‘Nordlys’.

Tað verður Eivør Pálsdóttir, sum handar tónleikavirðislønina. Eivør skal eisini upptraðka sum hin seinasta á showinum hetta kvøldið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder