Filmsleikstjórarnir Maria Tórgarð og Cecilie Debell fingu flottan heiður heim við sær, tá árligi dokumentarfilmsfestivalurin Nordisk Panorama í farnu viku varð hildin í Malmö.
Dokumentarfilmurin um Daniu O. Tausen og yrkingasavn hennara, “Skál”, varð heiðraður sum besti filmur undir bólkinum “New Nordic Voice”.
Nordisk Panorama festivalurin verður hildin á hvørjum ári í september. Festivalurin hevur verið hildin síðan 1990 og hevur síðan 2013 havt heimstað í Malmö.
Grundgevingin hjá dómsnevndini fyri at heiðra føroyska dokumentarfilminum “Skál” var soljóðandi:
“Vinnarafilmurin er framúrskarandi – fullur í yndisligum løtum millum tvey ungfólk, ið útrtrykkja seg í tónleiki og skaldskapi. Filmslistin ger brúk av landsløgum. Hetta er veruliga hin reinasti formur fyri filmslistarligum hugskoti, við eini greiðari ætlan hjá leikstjóranum. Filmurin vísir virðing fyri umhvørvinum, sum verður lýst. Her er ein undurfullur andi av frælsi og kærleika.”
Høvuðsprísirnir á hesum festivalinum fóru til svenska filmin “Abolis resa” hjá Yasaman Sharifmanesh (Best Nordic Documentary) og svensk/franska filmin “Nattåget” hjá Jerry Carlsson (Best Nordic Short Film).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald