Innanlands

Norðurlond játtaðu 2,5 milliardir til covid-19 gransking

Meira enn helvtin er farin til læknafrøðiliga gransking – Svøríki hevur játtað mest, 47%, meðan Føroyar hava játtað 0,1%

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-24 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2020 og 2021 hava Norðurlond játtað tilsamans góðar 2,5 mia. krónur til gransking í sambandi við covid-19, og Føroyar hava játtað 4 mió. krónur, vísir eitt yvirlit yvir gransking í covid-19 í norðanlondum, sum norðurlendska granskingarráðið NordForsk hevur gjørt.

Meira enn helvtin av samlaðu játtanini í norðanlondum – 58% - er farin til læknafrøðiliga og heilsufrøðiliga gransking.

14% eru játtað til nýskapan og verkætlanir innan lívfrøði og undirstøðukervi, sum í nógvum førum eisini hava verið nær tengd at heilsuvísindum. Aðrar granskingarverkætlanir innan nýskapan fevna um talgildar appir og tøkniligar loysnir til samfelagstænastur.

23% av samlaðu játtanini er játtað til samfelagsvísindi. Tað fevnir millum annað um fyrisiting, avleiðingar av avmarkingum, fólkaræði og mannarættindi, ávirkan á arbeiðslív og bygnaðarligar avleiðingar fyri burðardygd, samferðslu og býargerð.

Í Danmark hava eisini nakrar fáar granskingarverkætlanir innan hugvísindi og list fingið játtan at kanna framburð um farsóttina og talgildu tilveruna, skrivar Granskingarráðið.

Næstan helvtin – 47% - av samlaðu játtanini er játtað í Svøríki. 19% eru játtað í Finnlandi, 16% í Danmark, 16% í Noregi, 0,2% í Íslandi og 0,1% í Føroyum. Harumframt eru 2% játtan frá norðurlendskum stovnum.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder