Uttanlands

Noreg: 100 prosent kvinnulig umboðan

Bert kvinnur umboðaðu Noreg á ST-aðalfundinum

2019-09-27 19:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

ST-aðalfundurin í New York hesa vikuna var søguligur á tann hátt, at eitt av limalongunum varð umboðað, einans av kvinnum.

Tað vísir Facebook-profilurin hjá ST á og vísir hesa myndina av sendinevndini hjá Noregi til aðalfundin.

Bert konufólk er á myndini. Vit síggja norska forsætisráðharran, Ernu Solberg, saman við Ine Eriksen Søreide, uttanríkisráðharra, Monu Juul ST-sendikvinnu og stórtingslimirnar Liv Signe Navarseta, Ingjerd Schou og Lindu H. Helland.

Eitt av málunum hjá ST er at fremja javnstøðu millum kynini í 2030.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder