Uttanlands

Noreg fær meirilutastjórn

Tey kristiligu eru nú við í borgarligu stjórnini hjá Ernu Solberg

Leiðararnir í norsku stjórnarflokkunum. Frá vinstru Siv Jensen, Frp., Erna Solberg, Høyre, Trine Skei Grande, Venstre, og Kjell Ingolf Ropstad, næstformaður í KrF (Mynd: NRK)

Leiðararnir í norsku stjórnarflokkunum. Frá vinstru Siv Jensen, Frp., Erna Solberg, Høyre, Trine Skei Grande, Venstre, og Kjell Ingolf Ropstad, næstformaður í KrF (Mynd: NRK)

2019-01-18 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Teir fýra norsku flokkarnir, Høyre, Fremskrittspartiet, Venstre og Kristelig Folkeparti hava gjørt stjórnaravtalu. Tað boðaði Erna Solberg, forsætisráðharri frá í gjár.

- Skjalið er góðkent av øllum fýra flokkunum. Hetta er ein søguligur dagur, segði forsætisráðharrin, tá hon kunngjørdi hetta á einum tíðindafundi.

Við avtaluni gerst Solberg sostatt nú leiðari fyri eini meirilutastjórn.

Við Kristiliga fólkaflokkinum kann forsætisráðharrin rokna við meira politiskum friði fram til komandi val, sum verður í 2021.

- Fleiri lond hava ótrygg politisk viðurskifti, men vit hava funnið saman við góðum og hørðum samráðingum. Tað vísir, at hesir fýra flokkarnir hava vilja til at finna loysnig og gera semjur, segði Solberg.

Leiðarin fyri Kristiligt Folkeparti, Knut Arild Hareidi, er farin frá sum avleiðing av, at flokkurin gjørdi av at fara upp í stjórnina, upplýsir NRK.

Við Hareide á odda hevur flokkurin fríggjað til andstøðuna, men nú stevnir flokkurin ístaðin móti borgarligum ráðharrastovum.

Kostnaðurin hevur verið ein djúp ósemja í flokkinum. NTB tíðinastovan upplýsir, at 19 atkvøddu fyri og 17 ímóti, tá atkvøðast skuldi um spurningin í landsstjórnini í flokkinum í gjár.

Hetta er fyrstu ferð síðan 1985, at Noreg hevur eina borgarliga meirilutastjórn, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder