Uttanlands

Noreg fær nýggjan uttanríkisráðharra

Útskifting var í norsku stjórnini í dag. Esben Barth Eide verður nýggjur uttanríkisráðharri fyri Anniken Huitfeldt

Espen Barth Eide hevur fyrr verið norskur uttanríkisráðharri. Her saman við Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra, í dag (Mynd: EPA)

Espen Barth Eide hevur fyrr verið norskur uttanríkisráðharri. Her saman við Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra, í dag (Mynd: EPA)

2023-10-16 15:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, frá sosialdemokratiska Arbeiderpartiet, hevur í dag skift út í norsku stjórnini.

Hetta merkir millum annað, at royndi politikarin Anniken Huitfeldt úr Arbeiderpartiet ikki longur er norsk uttanríkisráðkvinna.

Ein partur av orsøkini er málið um mannin hjá ráðkvinnuni og hansara keyp og søla av partabrøvum, sum hevur verið ein byrða fyri Anniken Huitfeldt.

Les eisini: Ráðkvinna í trupulleikum av forrætningum hjá manninum

- Málið um keyp og sølu av partabrøvum er ein partur av orsøkini, men ikki øll orsøkin, til at Anniken verður skift út, segði Jonas Gahr Støre í dag sambært norskum miðlum.

[object Object]
Anniken Huitfeldt (Savnsmynd)

Huitfeldt boðaði sjálv frá í summar, at maður hennara, Ola Flem, hevði framt nakrar partabrævahandlar meðan hon var ráðkvinna. Hetta hevði gjørt hana ógegniga í nøkrum málum, skrivar NTB.

Málið hjá Huitfeldt og mann hennara líkist nógv málinum hjá fyrrverandi norsku forsætisráðkvinnuni Erna Solberg. Maður hennara, Sindre Finnes, keypti og seldi eisini fleiri partabrøv meðan hon sat sum stjórnarleiðari.

- Málið hjá Ernu Solberg hevur verið við til at skaða enn meira um umdømið hjá politikarum. Og tað hevur eisini órógvað málið um Anniken. Og hóast málið hjá Solberg er meira umfatandi, so minna tey um hvørt annað í fleiri førum, segði Støre í dag.

53 ára gamla Anniken Huitfeldt verður avloyst av 59 ára gamla Esben Barth Eide, sum fyrr hevur verið uttanríkisráðharri, tað var frá 2013 til 2017 meðan Jens Stoltenberg var forsætisráðharri. Eide hevur eisini verið verjumálaráðharri, og til í dag veðurlags- og umhvørvisráðharri.

Seks ráðharrar og -kvinnur vórðu skift út í dag. Eisini fekk Noreg eitt nýtt ministerium, nevniliga ráðið fyri talgilding og fyrisiting. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder