Um vikuskiftið valdi Noreg sítt umboð til evropeisku Eurovision sangkappingina verður í Liverpool í mai mánaði.
Níggju sangir vóru við í finaluni, og vinnari gjørdist 20 ára gamla norsk-italska Alessandra Mele við sanginum “Queen of Kings”.
Alessandra hevur italskan pápa og norska mammu. Er fødd og uppvaksin í Italia og nýliga flutt til Noregs.
Longu nú verður mett, at sangurin átti at havt góðar møguleikar fyri at koma langt í altjóða kappingini.
Men spurningurin stingur seg upp, um sangurin ikki líkist alt ov nógv sanginum “Run to the Hills”, sum Klara Hammarström sang til svensku sangkappingina í fjør. “Run to the Hill” gjørdist tá nummar seks.
Dømið sjálvi:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald