Uttanlands

Noreg rakt av teldusníkaálopi

Fleiri stórar fyritøkur, sum veita týðandi tænastur til fólkið, eru raktar – Tað er russiski bólkurin Killnet, sum stendur aftanfyri

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-06-29 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Noreg er í dag rakt av einum stórum teldusníkaálopi.

Sofie Nystrom, stjóri á Nasjonal Sikkerhetsmyndighet í Noregi sigur, at álopini eru rættað móti fleiri stórum norskum fyritøkum, sum veita týðandi tænastur til fólkið.

Tað er russiski teldusníkabólkurin Killnet, sum stendur aftanfyr.

Talan er um ein kendan bólk, sum sigur seg standa aftanfyri eina røð av teldusníkaálopum í sambandi við kríggið í Ukraina.

Sambært DR er orsøkin til álopið, at Noreg hevur noktað einari russiskari minufyritøku á Svalbard at flyta vørur umvegis norska meginlandið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder