Heilsustøðan hjá Harald kongi av Noregi er álvarslig boðar norska kongshúsið frá í dag. Krúnprinsurin og drotningin hava avlýst sínar skráir fyribils.
Síðan mánadagin 17. august, hevur Harald kongur verið innlagdur á Rikshospitalet í Oslo í viðgerð fyri blóðsjúkuna hemolytisk anemi.
Seinastu dagarnir hava fleiri limir í kongsfamiljuni verið á sjúkrahúsinum á vitjan.
Í dag eru aftur fleiri kongalig akfør komin til sjúkrahúsið. Haakon krúnprinsur, Mette-Marit krúnprinsessa og Sonja drotning eru hjá kongi, skrivar NRK.
Men kongshúsið kemur ikki við fleiri upplýsingum um heilsustøðuna hjá kongi.
Sjúkan er eitt slag av blóðmanguli (anemi) har reyðu blóðlikamini verða niðurbrotin skjótari enn kroppurin megnar at framleiða nýggj.
Tá kongur varð innlagdur í síðstu viku hevði hann longu fingið kortisonviðgerð fyri sjúkuna, men væta í kroppinum gjørdi, at hann mátti til viðgerðar á sjúkrahúsi.
Les eisini:
24. august: Støðan hjá norska konginum versnað
18. august: Harald kongur innlagdur á sjúkrahús
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald