Norska uttanríkismálaráðið hevur mikudagin víst burtur ein russiskan diplomat, ið hevur havt fundir við norðmannin, sum er ákærdur fyri njósning. Tað skrivar NRK.
Les eisini:Norðmaður handtikin og ákærdur fyri njósning
Ein norðmaður er handtikin og ákærdur fyri, at avdúka upplýsingar fyri einum russiskum fregnartænastu yvirmanni. Norðmaðurin varð mánadagin handtikin og fongslaður í fýra vikur av býarrættinum í Oslo.
-Vit hava kunnað russiska sendiharran um, at eitt starvsfólk á russisku sendistovuni er óynskt sum diplomatur og verður biðin um, at fara úr Norra.
-Tað er tí hann hevur framt gerningar, ið ikki eru samsvarandi við hansara rollu og tign sum diplomatur, sigur samskiftisstjórin í norska uttanríkismálaráðnum, Trude Måseida í einum tíðindaskrivi.
Navni á russiska diplomatinum er ikki almannakunngjørt.
Russiski diplomaturin hevði ein fund við tann nú ákærda norðmannin á ein matstovu í Oslo, tá norðmaðurin varð handtikin leygardagin.
Russarin er diplomatiskt friðhalgaður, ið ber við sær, at hann ikki kann revsiákærast í Norra. Russarin var tí ikki handtikin í løgreglu aktiónini leygardagin.
Ákærdi norðmaðurin hevur viðurkent, at hann avdúkaði upplýsingar fyri einum russiskum fregnartænastu yvirmanni. Hann viðurkennir, at hava fingið pengar fyri at geva upplýsingarnar víðari. Men hann sýtir fyri, at hava gjørt nakra brotsgerð.
Norski maðurin arbeiddi á einum øki, ið ger, at hann hevði atgongd til vitan um verjuídnaðin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald