
Rúmdin fær støðugt størri og størri týdning fyri trygdina í heiminum eins og fyri vinnuáhugamál. Spurningurin er at finna røttu rakettirnar til at kunna senda fylgisveinar út í rúmdina og ikki longur at vera bundin at útskjótingarstøðum í USA.
Hetta hava higartil bara nøkur av stórveldunum havt nærum einkarætt til. Men okkurt bendir nú á, at Evropa eisini vil vera partur av kapprenningini í rúmdini. Portalurin umrøddi í gjár stóru ætlaninar í Hetlandi, at byggja eina rúmdarhavn, SaxaVord Spaceport, ið skal kunna senda fylgisveinar út í rúmdina komandi árini. Men Hetland er ikki einsamalt í hesi kappingini. Eisini í Norra, ella neyvari á oynni Andøya verða nú gjørdar ítøkiligar royndir við nýggjum rakettum til at kunna senda framtíðar fylgisveinar út í umferð um jørðina.
Norskir miðlar gera nógv burtur úr verkætlanini, sum júst í dag fær serstaka umrøðu, tí ætlanin var at senda fyrstu rakettina upp. Talan er um týsku Isar Aerospace rakettina Spectrum, sum í hesi stund stendur klár til at verða skotin upp á norsku oynni. Men nú verður upplýst, at útskjótingin er útsett vegna vind. Nú verður miðjað móti útskjóting innan 30. mars.
Um henda royndin fer at eydnast, verður Norra fyrsta landið í Evropa at senda upp rakettir, sum seinni kunnu taka fylgisveinar við sær. Hetta verður eitt týðandi stig í evropeisku rúmdarsøguni skriva norskir miðlar. Ætlanin er, um royndarútskjótingin eydnast, at brúka rakettina til at senda út fylgisveinar í næstum.
Eydnast útskjótingin so fer hon eisini at gera Evropa óheft at teimum amerikonsku rúmdarhavnunum í t.d. Florida. So fyri Evropa verður hetta mett at vera av stórum trygdarpolitiskum týdningi.
Ein av teimum, sum fylgir hesi fyrstu norsku royndini, er sjálvur stjórin í evropeiska rúmdarfelagsskapinum, ESA, Josef Aschabacher. ESA stuðlar útskjótingini. Uttan mun til um henda royndin eydnast, so fer hon í hvussu er at vera ein varði í evropeiskari rúmdarsøgu, nú hon er tann fyrsta nakrantíð í Evropa.
Norska rúmdarstøðin skrivar á síni heimasíðu um týdningin at kunna senda upp fylgisveinar í Evropa í framtíðini m.a.:
"Satelittene kan brukes til jordobservasjon, navigasjon og kommunikasjon. Satelittene kan blant annet bidra til å forutsi naturkatastrofer tidligere. En mer omfattende og effektiv jordobservasjon vil være viktig for å kunne oppdage tørke, beskytte vegetasjon og jordbruk, i tillegg til å undersøke hva som skjer med de store havstrømmene når klimaet endrer seg.
En stadig mer digitalisert verden trenger også bedre kommunikasjonsmuligheter for å utvikle nye tjenester. Like viktig er det å øke bredbåndstilgangen globalt, slik at flere kan få muligheten til å delta i digitaliseringen." Aftrat hesum kann slík rúmdarstøð fáa stóran týdning fyri trygdina í Evropa.
Tað er annars stórur áhugi fyri at byggja slíkar rúmdarstøðir fleiri staðni í Evropa. Norskir miðlar skriva, at støðin í Hetlandi liggur avgjørt frammaliga í kappingini, og norskir politikarar royna nú at sannføra stjórnina um, at hon eigur at seta pengar av til rúmdarstøðina á Andøya beinanvegin, so Norra kann standa seg betri í kappingini. Tað er líkt til, at stjórnin fer at seta fleiri pengar av til verkætlanina um somu tíð sum bretska stjórnin eins og stórir íleggjarar í Evropa á sín hátt stuðla uppdundir SaxaVord verkætlanina á Unst.
Í Hetlandi halda tey samtíðis fram við sínum fyrireikingum til fyrstu útskjótingina í heyst. Ein miseydnað útskjóting í fjør hevur seinkað verkætlanini nakað men ikki so nógv, at tað skaðar nakað skilst á stigtakarunum har.
Føroyskt ferðalag við landsstýrismanninum í innlendismálum Bjarna Kárason Petersen vitjaði rúmdarhavnina í Hetlandi í farnu viku. Henda stóra verkætlan kann fáa avleitt virksemi í gongd í Føroyum, tá brúk verður fyri at taka niður data frá fylgisveinum.
Føroyska ferðalagið við landsstýrismanni og vinnufólki og føroysku sendikvinnuni í London vitja SaxaVord rúmdarstøðina í Hetlandi í farnu viku. Mynd Jan Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald