2020-03-12 11:15
Tá Norrøna kemur á Havnina mánamorgunin úr Danmark, verður tað síðsti vanligi túrur hjá Norrønu við ferðafólkum fyribils.
Tað upplýsir Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, fyri útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
- Næstu tvær vikurnar fer Norrøna fyrst og fremst at flyta farm, sigur Rúni Vang Poulsen, men leggur tó afturat, at Norrøna kortini fer at fluta ferðafólk, sum eru í Føroyum, og føroyingar, sum eru uttanlands, heimaftur.
Annars verður heitt á fólk um at lata vera við at koma umborð, segði Rúni Vang Poulsen fyrrapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald