2020-02-22 17:05
Veðrið í Hirtshals er so mikið ótespiligt, at føroyska flaggskipið Norrøna ikki sleppur at bryggju, og liggur og bíðar nakað utttanfyri býin.
Heimasíðan Flaskeposten.nu skrivar, at nógvi vindurin í innsiglingini var orsøkin til, at royndin at koma í havn var uppgivin.
Hetta hevur við sær broytingar í ferðaætlanini. Á heimasíðuni hjá Smyril Line verður sagt, at Norrøna kemur til Hirtshals í morgin um middagsleitið, og at fráferðin verður seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald