2020-04-16 22:14
Tá klokkan var farin nakað av tíggju í kvøld, loysti føroyska flaggskipið og setti kós móti Hirtshals.
Norrøna hevur ikki verið í sigling í longri tíð orsaka av koronasmittuni, men nú er sum skilst so mikið nógvur farmur, at størsta skipið hjá Smyril Line verður tikið í nýtslu.
Reiðaríið hevur annars fýra onnur skip, sum sigla við farmi.
Smyril Line upplýsti fyri Kringvarpinum í gjár, at nøkur ferðafólk eru við. Fólk sum eru í Danmark vilja sleppa til Føroya ella Íslands. Og serliga tey, sum hava bil
Norrøna fer úr Danmark aftur leygardagin og kemur til Føroyar, og síðani gongur leiðin til Íslands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald