Uttanlands

Norsk herskip rendi á tangaskip og sigldi á land

Fregattin Helge Ingstad, ið hevur eitt virði á fleiri milliardir krónur, var ikki tryggjað

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-11-08 13:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað mesta av manningini mátti í morgun bjargast av einum norskum herskipi eftir at tað stoytti saman við eitt tangaskip. Sjey fólk fingu skaða, og skipið tók sjógv inn. Fyri at bjarga skipinum, varð roynt at toga tað upp á land, skrivar norska tíðindastovan NTB.

Eitt skifti var vandi fyri, at skipið skuldi søkka, skrivar NRK.

Tað var um fýra tíðina í morgun, at tangaskipið Sola TS og fregattin Helge Ingstad stoyttu saman nærhendis Stureterminalen við Bergen.

Tangaskipið hevði 625.000 litrar av ráolju umborð, men sum skilst hendi einki við tíð. Kortini varð manningin tikin av skipinum.

Nakað av oljudálking er staðfest frá fregattini, upplýsir norska bjargingartænastan.

Beint eftir samanstoytin vórðu 127 av teimum 137 fólkunum umborð á Helge Ingstad bjargað í land. Men í morgun fóru eisini tey seinastu í land.

Stureterminalen, har samanstoyturin hendi nærhendis, er ein olju- og gassterminalur og avskipingarhavn. Equinor, ið rekur støðina, hevur nú stongt hana.

Starvsfólk, sum ikki eru við í bjargingararbeiðinum verða flutt burtur, boðaði Equinor frá í einum tíðindaskrivi.

KNM Helge Ingstad er ein av nýggjastu norsku fregattunum. Hon er ein av fimm fregattum í sokallaða Nansen-flokkinum, ið vórðu smíðaðar millum 2006 og 2011. Tilsamans kostaðu tær fimm fregattirnar 16 milliardir danskar krónur.

Skipið er væl vápnað, og hevur verið við í fleiri Nato-uppgávum. Skipið hevur júst luttikið í stóru Nato-venjingini ”Trident Juncture”, sum endaði í dag, upplýsir norska verjan fyri NTB.

Skipið var ikki tryggjað, skrivar NRK.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder