Mentan

Norskar systrar fáa eina opinbering í Svøríki

Filmsfelagið vísir svenska filmin "Miraklet i Gullspång"

2024-01-04 09:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Svenska Maria Fredriksson (fødd 1975) hevur gjørt henda – helst – mest sjáldsama heimildarfilm í norðurlendskari filmssøgu.

Mikudagin sýnir Filmsfelagið spildurnýggja filmin, ”Miraklet i Gullspång”, sum allastaðni fær bestu ummæli. Filmurin sigur okkum frá um tvær norskar systrar, ið fáa eitt tekin frá Gudi, um at keypa eina íbúð í fjarlagda svenska staðnum Gullspång.

Tá systrarnar koma fram, verða tær púra paff, tí hon, ið húsameklarin sigur, vil selja íbúðina, líkist so akkurát eldru systrini, sum tók lívið at sær fyri 30 árum síðan. Ja, tær eru sannførdar um, at tað er hon.

Tað, ið byrjaði sum ein hugnaligur fundur og stevna teirra millum, verður til ein sniðfundigan leik um lygnir, loynidómar og tann týdning, trúgvin hevur.

Onkur ummælari heldur, at amerikanski David Lynch man hava havt ein fingur ella tveir við í svenska filminum um norsku systrarnar.

“Miraklet i Gullspång” verður vístur í Havnar Bio mikukvøldið 10. januar kl. 20. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder