Tað verður eitt rimmar dansibandskvøld í Høllini á Hálsi 28. oktober, tá norski dansibandsbólkurin Gluntan, Lasse Johansen frá Ole Ivars, Sommerson band og Finnur S. Olsen hava konsert.
Hesum boða fyrireikararnir handan eventz.fo frá í dag.
Norski dansibandsbólkurin Gluntan hevur verið væl umtóktur í norðanlondum í nógv ár og nú koma teir endiliga til Føroya.
Gluntan er dansibandsorkestur frá Tróndheim sum byrjaði í 1965. Gjøgnum øll hesi ár, hevur bólkurin verið sera væl umtóktur og hava teir gingið á odda innan dansibandstónleik.
Teir eru ein av bólkunum í Noregi, ið hava selt flest plátur og eru teir fyrsti norðurlendski bólkurin, ið móttók eitt sokallað ‘Plantin trofé’ fyri teirra plátusølu. Umframt hetta, eru teir fyrsti bólkurin í Europa sum fekk ‘Diamantplátuna’ og eru teir eisini fyrsti norski artisturin, ið komu á kasettuband. So sigast má, at hesir duga tað teir gera.
Teir hava teir spælt í nógvum ymiskum londum og hava fingið milliónir av fólki upp á gólv við teirra frálíku tónum og til tíðir skemtiligu tekstum. Í Føroyum hava vit mangan hoyrt teir í fríggjakvølds- sendingini ‘Upp á Tá’' og er talan helst um ein tann mest spælda dansibandsbólkin í Kringvarpinum
Undantikið ein stuttan steðg á fimm ár, hava Gluntan hildið áfram við at vera ein av størstu bólkunum innan dansibandstónleik og eru teir eins væl umtóktir nú sum tá.
Við sær til Føroya hava teir Lasse Johansen frá bólkinum Ole Ivars sum gestasangara og at toppa alt við, koma føroysku Sommerson Band at leggja dám á kvøldið, við teirra altíð góða tónleiki. Hesin bólkur varð stovnaður í 2019 og hava teir veruliga vunnið nógv føroysk country hjørtu síðan tá. Afturat øllum hesum, kemur Finnur S. Olsen frá “Upp á Tá” at venda plátur. Tí fáa vit tað besta av tí besta innan dansibands tónleik leygarkvøldið 28. oktober í Høllini á Hálsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald