Í morgin, sunnudagin 7. desember er júst eitt ár síðan franska Notre Dame-dómkirkjan lat uppaftur eftir umvælingar, og síðan tá hava umleið 11 milliónir fólk vitjað hana.
Tað var 7. desember 2024, at Notre Dame í París lat upp eftir fimm ára umvælingararbeiði í kjalarvørrinum á stóra eldinum í kirkjuni 15. apríl 2019.
Talið á vitjandi seinasta árið liggur væl omanfyri tað, sum tað var, áðrenn eldur kyknaði í dómkirkjuni. Tá var árliga vitjanartalið umleið átta til níggju milliónir, skrivar Ritzau.
Talið á vitjandi í Notre Dame er eisini væl hægri enn talið á vitjandi, sum rinda fyri at síggja Eiffeltornið og Louvre-listastavnið í París. Árliga talið á vitjandi hjá Eiffeltorninum er sjey milliónir, og í fjør vitjaðu 8,7 milliónir fólk Louvre-listasavnið.
![]()
Eldur kyknaði í dómkirkjuni 15. apríl 2019 (Savnsmynd)
Enn er ógreitt, hvør orsøkin var til, at eldur kyknaði í Notre Dame, men skammlop og ein sigarett hjá einum av arbeiðsfólkunum, sum vóru í ferð við at umvæla kirkjuna, hava áður verið nevnt sum møguleikar.
Umvælingin kostaði umleið 843 milliónir evur - umleið 6,3 milliardir krónur.
Arbeiðið at byggja Notre Dame, sum er á heimsarvslistanum hjá Unesco, byrjaði í 1163, og umleið 200 ár seinni varð arbeiðið liðugt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald