Óhefta russiska blaðið Novaja Gazeta hevur mist loyvið at virka sum miðil í landinum.
Tað er ein dómstólur í Moskva, sum í dag hevur tikið loyvið aftur.
Blaðið hevur verið atfinningarsamt í sambandi við russisku innrásina í Ukraina, og í mars tók ábyrgdarblaðstjórin, Dmitrij Muratov avgerð um fyribils at steðga við virkseminum, inntil kríggið í Ukraina er liðugt.
Russiskir miðlar hava fingið forboð ímóti at brúka orðini innrás og kríggj í sambandi við tað, sum gongur fyri seg í Ukraina, og hava miðlar fingið boð um í staðin at nevna hetta eina "serliga hernaðarliga atgerð". Avgerðin um at taka ein steðg var, sambært blaðstjóranum tikin fyri at tryggja, at blaðið kundi halda fram við virkseminum í framtíðini.
Men Novaja Gazeta varð hálað í rættin av russiska miðlaeftirlitinum Roskomnadzor fyri ikki at hava lagt fram neyðug skjøl viðvíkjandi einum eigaraskifti í 2006, skrivar DR.
Í 2021 vann Dmitrij Muratov friðarheiðursløn Nobel’s fyri sínar royndir at verja talufrælsið í landinum. Heiðurlønina vann hann saman við filipinsk-amerikonsku tíðindakvinnuni Maria Ressa.
Í juni varð Nobel-heiðurslønin seld á uppboðssølu fyri 103,5 milliónir dollarar, ið tá svaraði til góðar 732 milliónir krónur. Peningurin frá uppboðssøluni skuldi latast børnum í Ukraina.
Les eisini: Friðarheiðurslønin seld fyri at hjálpa ukrainskum børnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald