2022-06-21 06:56
Í 2021 vann russiski journalisturin og blaðstjórin á blaðnum Novaya Gazeta, Dmitrij Muratov, friðarheiðursløn Nobel’s fyri sínar royndir at verja talufrælsið í landinum.
Nú hevur muratov selt prógvið, sjálva gullmyntina frá Nobel, fyri 103,5 milliónir dollarar, svarandi til góðar 732 milliónir krónur.
Franska AFP tíðindastovan skrivar í nátt, at upphæddin fer til børn í Ukraina.
Muratov segði í sambandi við uppboðssøluna, at hann ynskir at hjálpa ‘friðarligum flóttum og særdum og sjúkum børnum, ið hava brúk fyri viðgerð’, skrivar dr.dk.
Dmitrij Muratov (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald