Sambært talsfólki hjá russisku stjórnini hevur russiski forsetin, Vladimir Putin, boðað frá, at hann ætlar at lata seg koppseta við Sputnik V koppingarevninum, sum er ment í Russlandi.
Sputnik V var sum tað fyrsta koppingarevnið móti covid-19 skrásett í august, og 5. desember byrjaði hópkoppsetingin í Russlandi.
At byrja við vóru tað fólk, ið starvaðust á heilsuøkinum, og onnur, sum eru í vandabólki, sum kundu bíleggja sær tíð til at verða koppsett.
Inntil leygardagin var Sputnik V tó ikki góðkent til eldri fólk, av tí at aðrar kanningar skuldu gerast við hesum aldursbólkinum fyrst, men frá mánadegnum ber eisini til hjá teimum, sum eru eldri enn 60 ár, at verða koppsett.
Les eisini: Sputnik V nú eisini góðkent til eldri fólk
Tí hevur Putin, sum er 68 ára gamal, nú boðað frá, at hann ætlar at lata seg koppseta, skrivar tíðindastovan Reuters.
Hann hevur áður sagt, at russiska koppingarevnið er trygt, og sær hann onga orsøk til, at fólk ikki skulu lata seg koppseta.
Í sambandi við fyrstu royndunum av koppingarevninum varð dóttur Putin eisini koppsett í summar. Sambært Putin hevði hon tað gott aftaná.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald