Tónleikakappingin Sement hevur seinastu árini verið fastur partur av kalendaranum í Reinsarínum í Havn. Talan er um eitt gott høvi hjá føroyskum bólkum og tónleikarum at vísa seg fram og onkursvegna kappast.
Nú er møguleiki at melda seg til ársins kapping. Hesum boðar Tórsgøta frá í dag.
- Sement 2024: Tilmeldingin er opin! Ert tú tónleikari? So er tað nú, at tú skal byrja at venja til Sement 2024. Fyrireikingarnar koyra við fullari ferð, og hervið lata vit upp fyri tilmeldingum.
Í ár verður Sement 13., 20. og 27. apríl. Seinasta freist at melda seg til er 1. apríl kl. 12:00, boða fyrireikararnir frá, og rilmeldingin er á torsgota.fo/sement.
Ein møguleiki í mun til fyrireiking er at luttaka á ókeypis tiltakinum Ment, har luttakararnir fáa ráðgeving og feedback frá Mikael Blak og Torleik Mortensen.
Í fjør var tað bólkurin Agrasoppar, ið vann Sement. Tormóður, Nimbus Tópus, Eimyrja, Dóttir og Benjamin Rajani luttóku eisini í finaluni.
Mentan
Nú ber til at melda seg til Sement 2024
Stóra tónleikatiltakið í Tórsgøtu verður 13., 20. og 27. apríl
Í fjør var tað bólkurin Agrasoppar, ið vann Sement (Mynd: Tórsgøta)
2024-01-23 19:36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald