Innanlands

Nú ber til at søkja inn á tøk lestrarpláss á Setrinum

Til og við 19. august ber til at søkja inn á tøk lestrarpláss til útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-08-06 07:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya hava enn tøk lestrarpláss eftir, og nú ber til at søkja um tey tøku plássini.

Umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, tær verða móttiknar. Tí er at skunda sær, tí tann, ið fyrst søkir, fær fyrst bjóðað lestrarpláss. Upptøkutreytirnar eru tær somu sum til upptøkuna fyrr í summar. Upptøkutreytirnar til einstøku útbúgvingarnar eru at finna á útbúgvingarsíðunum á heimasíðuni, skrivar Setrið.

Tey, sum ynskja at søkja um pláss á Setrinum skulu senda umsóknir og skjøl sum t.d. avrit av miðnámsprógvi ella øðrum prógvi, til [email protected] í seinasta lagi hósdagin 19. august klokkan 14.

Tøk pláss eru á hesum útbúgvingum:

Bachelor

Búskaparfrøði
Føroyskt
Politikkur og umsiting
Samfelagsvísindi
Søga
Verkfrøði

Master

Føroyskt
Leiðsla og skipan
Politikkur og umsiting
Samfelagsvísindi
Søga

Hjánám

Føroyskt
Samfelagsvísindi
Søga

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder