2020-06-30 18:38
Í farnu viku gjørdist greitt, at Ólavsøkan í ár verður hildin so vanligt sum til ber, men at tað verða ymsar grundleggjandi broytingar.
Les eisini: Øðrvisi ólavsøka - men so vanlig sum til ber
Grannaløg og eigarafeløg kunnu nú søkja kommununa í høvuðsstaðnum um stuðul til at skipa fyir, hugna um og halda ólavsøku í ymisku grannaløgnum í kommununi.
Til ber hjá hvørjum einstøkum eigarafelagi ella grannalagi at søkja um upp í 10.000 krónur í stuðuli. Umsóknirnar verða viðgjørdar soleiðis, at grannaløgini verða spjadd væl í býnum.
Til ber hjá hvørjum einstøkum eigarafelagi ella grannalagi at søkja um upp í 10.000 krónur í stuðuli. Umsóknirnar verða viðgjørdar soleiðis, at grannaløgini verða spjadd væl í býnum.
Hetta boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðu sínari, har tað ber til at síggja meira um, hvussu ein sendur umsókn, og hvat peningur kann verða játtaður til
Seinasta freist at søkja um stuðul til at halda ólavsøku í grannaløgum er sunnudagin 12. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald