
Fleiri borgarar hava spurt eftir møguleikanum, og kommunan hevur arbeitt við at finna eina loysn saman við arbeiðstakaranum, sum rekur bussleiðina fyri Tórshavnar kommunu.
Nú er greitt, at tað verður møguligt at hava súkklu við í reyðu bussarnar aftaná klokkan 17, og um pláss er. Talan er um eina royndartíð, og tað er ein partur av Súkkluárinum 2020 - eitt átak ið skal menna Havnina sum súkklubý.
Tórshavnar kommuna hevur gjørt av, at hesi atlit skulu takast í samband við nýggja møguleikan í Bussleiðini:
- Súkklur sleppa við í bussin hvønn dag aftaná kl.17, um pláss er í bussinum.
- Súkklur skulu staðsetast framvið vegginum í miðgongini. Um barnavognur, koyristólur e.l. skulu við í bussin, er tíverri ikki pláss til súkklur. Tað vil siga, at um ein súkkla er í bussinum og ein við barnavogni skal við, má tann við súkkluni úr bussinum aftur.
- Í mesta lagi 2 súkklur sleppa við í senn.
- Fólk við súkklu skulu standa við súkkluna og ansa eftir, at hon ikki koppar ella er til ampa fyri onnur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald