2020-05-08 12:13
Nú er bert ein føroyingur, sum, sambært almennu hagtølunum, er smittaður við korona.
Tað upplýsir landslæknin sambært Heilsumálaráðnum í dag.
Rokanað varð annars við, at talið vór at koma niður á null í dag, tí tað eru gingnar gott og tvær vikur síðan seinastu tveir tilburðirnir vórðu staðfestir í Føroyum.
Men sambært dagføringini í dag, er framvegis ein við smittuni, og ongin nýggju er smittaður, heldur ikki hetta seinasta samdøgrið
Seinastu hagtølini byggja á 8.402 kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald