Innanlands

Nú búgva 1.100 fólk í Sjóvar kommunu

12 børn eru fødd í kommununi í ár - ein kommuna sum komandi árini fer at hava størri fólkavøkstur

2020-05-04 12:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. januar vóru 1.088 fólk búsitandi í Sjóvar kommunu, og í seinastu viku vóru 1.101 íbúgvar í kommununi sambært fólkayvirlitinum.

Hetta skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðu sínari.

Talið av nýføddum í kommuni er høvuðsorsøkin til, at tað nú eru beint yvir 1.100 íbúgvar í Sjóvar kommuni. Síðani 1. januar eru 12 børn fødd í kommununi. Í fjør vóru 21 børn vóru fødd í kommununi, so burðartalið verður helst væl hægri í ár.

Størri vøkstur á veg

Strendur er greitt størsta bygdin í kommununi, har lítlu bygdirnar Kolbeinargjógv, Morskranes, Selatrað og Innan Glyvur eisini eru.

12 kommunur í Føroyum hava hægri fólkatal enn Sjóvar kommuna, ið er tann av teimum sum hevur yvir 1.000 fólk, sum hevur lægst fólkatal. Hetta er sambært tølum frá Hagstovuni frá mars, har tað eisini sæst, at Sørvágs kommuna og Vestmanna kommuna hava útvið 250 fleiri íbúgvar. 

Tað kann hugsast, at Sjóvar kommuna fer at nærkast hesum kommunum um nøkur ár. Áhugin at seta búgv í kommununi, og serliga á Strondum, hevur helst ongantíð verið størri, og tað hongur tætt saman við, at Eysturoyartunnilin er á veg. Hann fer at gera, at Strendur, har nógv nýggj grundstykki eru á veg, verður heilt nær við høvuðsstaðin. Líknandi støða hevur verið at merkt í Nes kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder