Innanlands

Nú er bíðistøða í løgtinginum

Allir floksformenninir hava verið inni hjá Pálli á Reynatúgvu og peika á, hvønn teir vilja hava sum samráðingarleiðara

Páll á Reynatúgvu tekur her ímóti Jenis á Rana (Mynd: Sverri Egholm)

Páll á Reynatúgvu tekur her ímóti Jenis á Rana (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-03 14:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Spenningurin er stórur, nú tað nærkast til fráfarandi løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, kunngerð hvør fær mandatið sum samráðingarleiðara.

Síðani klokkan 13 hava teir sjey formenninir ein og ein, eftir stødd av flokki til valið leygardagin, verið inni og sagt, hvør teir halda skal leiða samráðingarnar um nýggja samgongu. 

Eingin hevur vilja sett navn á, eftir at teir eru komnir út úr hølunum, men teir fýra stóru flokkarnar hava staðið við tað, ið teir hava sagt síðani valið.

Sí eisini: Stóru flokkarnir standa við sítt

Poul Michelsen ynsktir, eins og Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal, at samstarvið skal halda fram, men við einari breiðari semju. Har skal Framsókn so verða við at tryggja grundarlagið. 

Jenis av Rana vil hava, at Miðflokkurin kann samráðast við Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, og hann kundi avdúka, at hann hevði peikað á Jørgen Niclasen ella Bárður á Steig Nielsen sum samráðingarleiðara.

Jógvan Skorheim varð sjálvur ikki valdur á Løgting, og í gjár gjørdist greitt, at Miðflokkurin ikki vil hava Sjálvstyri við í samgongu. Formaðurin segði seg tó ynskja, at Sjálvstýri kann samráðast saman við andstøðuleiðaranum, og at hann hevði valt útfrá tí, sum gav hesum best møguleika. 

Løgtingsformaðurin hevur boðað frá at um hálvgun fýra tíðina ella áðrenn, fer hann at boða frá, hvør fær sámráðingarrættin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder