Innanlands

Miðflokkurin vildi ikki hava Sjálvstýri við í samgongu

- Eg haldi tað hevði verið best at staðið saman og skipað nýggja samgongu. Tað hevði gjørt samgonguna breiðari og sterkari, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri

Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-02 16:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin vóru teir fýra andstøðuflokkarnir, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýri, og Miðflokkurin á fundi á Gamla Apoteki, har møguleikin fyri at skipa nýggja samgongu varð umrøddur.

Fyri løtu síðani varð boðað frá, at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, og Miðflokkurin vórðu blivnir samdir um at fara undir samgongusamráðingar, og at Sjálvstýri ikki var ein partur av hesum.

Orsøkin er, sambært Kringvarpinum, at Miðflokkurin ikki vildi hava Sjálvstýri við í samgongu.

- Nu hevur andstøðan verið nokkso samd um tey flestu tingini gjøgnum seinastu fýra árini, eg haldi tað hevði verið best at staðið saman og skipað nýggja samgongu. Tað hevði gjørt samgonguna breiðari og sterkari, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri við Útvarpið.

- Møguleikarnir kundu verið nógvir fyri, hvussu mann kundi gjørt eina slíka samgongu. Vit hava verið í slíkari samgongu fyrr. Eg haldi tað riggaði væl. Hví Miðflokkurin ikki ynskir at gera tað pá hendan mátan mugu teir so svara fyri, sigur Jógvan Skorheim, sum leggur afturat, at Sjálvstýri hevði kunnað verið ein góður stuðul bæði hjá Miðflokkinum og til at føra ein skilagóðan politikk á m.a. fiskivinnuøkinum, á familjuøkinum og á umhvørvisøkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder