Fráboðaði oljulekin í Eysturoynni er ógvuliga umfatandi, og støðan er broytt. Hetta kunnar løgreglan nú um.
Um middagsleitið heitti løgreglan á bilførarar um at ansa sær á strekkinum millum Skála og Leirvíkstunnilin.
Nú er als ikki koyrandi á tí mesta av hesum strekkinum, har tað er ógvuliga hált.
Fyri lítlari løtu síðani boðaði løgreglan frá, at hesi strekkini eru stongd av fyri ferðslu:
Landsvegurin av Skála - Skálafirði
Skálafirði - Skipaneskrossin
Skipaneskrossurin - innkoyringina til Syðrugøtu
Hetta vil millum annað siga, at tað ikki ber til at koyra um Gøtueiði í løtuni.
Tilbúgvingarleiðarin í økinum hevur tilkallað fólk, og Landsverk er á málinum.
Men talan er um nógva olju, nú tað als ikki er koyrandi á samanlagt longum strekki. Og sambært løgregluni er "eingin tíðarhorisontur í løtuni": Tað ber ikki til at til meta um, nær tað til dømis er koyrandi aftur um Gøtueiði.
Sligið verður fast, at vegastrekki verða stong fyri trygdina. Tað hevur ikki verið nakað ferðsluóhapp vegna oljulekan enn, og løgreglan ætlar avgjørt, at tað framhaldandi verður á hendan hátt.
Meira seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald