Uttanlands

Nú er Justin Bieber trúlovaður

Kanadiski sangarin og Hailey Baldwin tóku ring uppá í vikuskiftinum

2018-07-09 16:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógvar ungar gentur munnu verða, sum hava droymt um at giftast við evnaríku poppstjørnuni Justin Bieber.

24 ára gamli Bieber tók tónleikapallin við stormi í 2010, tá hann sum 16 ára gamal gav út sangin Baby, og síðani hevur hann ment seg til at verða ein tann størsta poppstjørnan nakrantíð.

Í dag bera útlendskir tíðindamiðlar tíðindini um, at Justin Bieber gjørdist trúlovaður við 21 ára gomlu amerikansku modellini Hailey Baldwin. CNN skrivar, at ein kelda tætt við parið, hevur váttað tíðindini.

Parið kom fyrstu ferð saman í 2016, men fór hvør til sítt. Seinastu vikurnar hava tey tó verið nógv saman og leysasøgur hava verið frammi um at tey vóru saman aftur.

Um vikuskiftið sóust nógv sjónbond av parinum úr Bahamas, og nú skrivað útlendsku miðlarnir, at tey eru trúlovað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder